Vibrant

Gjaldsterminalurin uttan fastan kostnað

Hevur tú tørv á einum gjaldsterminali, men ikki hug at binda teg til fastan kostnað? Hygg so her!

Smidiga loysnin hjá Terminal.fo ger tað møguligt at fáa ein gjaldsterminal á tína snildfon. Appin er løtt at nýta, og hevur allar tær vanligu funkur sum ein gjaldsterminalur eigur at hava.

Tú gert av, hvussu nógvar gjaldsterminalar tú ynskir. Tú leggur bara appina á eina telefon og innritar við tínum upplýsingum, so hevur tú ein eyka terminal. Tú rindar ongan fastan kostnað fyri appina, óansæð hvussu nógvum eindum hon er á, men einans fyri hvørja framda sølu.
Tað eru fleiri fyrimunir við nýggju loysnini:

Tilber nær sum helst at skráseta Vibrant leinkjuni niðanfyri og um tit hava nakrar spurningar í samband við neyðugar upplýsningar og/ella skjøl, ber altíð til at seta seg í samband við okkum á +298780880 ella terminal@terminal.fo

Terminal.fo er føroyskt umboð hjá Vibrant, ið er donsk fyritøka, sum hevur ment skipanina. Ynskir tú at lesa meira, vitja teirra heimasíðu vibrant.io 


Stovna her:  Stovna Vibrant


Vanlig viðgerðatíð, eftir at øll skjøl eru komin í rætt lag er 1-3 arbeiðsdagar. 

  • Vibrant riggar á nærum øllum android* eindum við NFC tøkni . Tú kanst móttaka gjaldingar frá bæði iOS, android og vanligum gjaldskortum, ið klára nándgjald.
  • Neyðugt er við V-tali, fyri at kunna stovna Vibrant.
  • Vanlig viðgerðatíð av Vibrant umsóknum er 3 arbeiðsdagar. 

    *minimum útgávu android 11.0

 
 
Gjaldskort
Við Swedbank kanst tú móttaka hesi gjaldskort og Apple Pay
Norðskálavegur 50, 460 Norðskáli
facebook.com/terminal.fo
Verifone og Swedbank Pay gjaldsveitari í Føroyum.