Vibrant

Gjaldsterminalurin uttan fastan kostnað

Hevur tú tørv á einum gjaldsterminali, men ikki hug at binda teg til fastan kostnað? Hygg so her!

Nýggja loysnin hjá Terminal.fo ger tað møguligt at fáa ein gjaldsterminal á tína snildfon. Appin er løtt at nýta, og hevur allar tær vanligu funkur sum ein gjaldsterminalur eigur at hava. Tú gert av, hvussu nógvar gjaldsterminalar tú ynskir. Tú leggur bara appina á eina telefon og innritar við tínum upplýsingum, so hevur tú ein eyka terminal. Tú rindar ongan fastan kostnað fyri appina, óansæð hvussu nógvum eindum hon er á, men einans fyri hvørja framda sølu.
Tað eru fleiri fyrimunir við nýggju loysnini:

  • Lætt at nýta
  • Eingin fastur kostnaður
  • Eingin binding
  • Rindar einans fyri framdar sølur
  • Skjótt at fáa fleiri terminalar
  • Ókeypis stovning

Terminal.fo hevur gjørt avtalu við Vibrant, ið er donsk fyritøka, sum hevur ment skipanina. Ynskir tú at lesa meira, vitja teirra heimasíðu vibrant.io 

Prísir: 0,89% av øllum transaktiónum + 0,49 kr. fyri hvørt keyp. (1,99% fyri altjóða og businesskort)

GG! Vibrant riggar á øllum android eindum við NFC tøkni. Tú kanst móttaka gjaldingar frá bæði iOS, android og vanligum gjaldskortum, ið klára nándgjald.

Umbið Vibrant

Gjaldskort
Við Swedbank kanst tú móttaka hesi gjaldskort og Apple Pay
Rossagøta 4 kj. 420 Hósvík
facebook.com/terminal.fo
Verifone og Swedbank Pay gjaldsveitari í Føroyum.